Anna Falkenberg: Stuðli altíð stjórn, har Vinstriflokkurin er við

Anna Falkenberg: Stuðli altíð stjórn, har Vinstriflokkurin er við
Nú stjórnin hevur mist meirilutan í fólkatinginum, hevur forsætisráðharrin boðið føroysku og grønlendsku fólkatingslimunum á fund
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, er boðin á fund hjá forsætisráðharranum, nú stjórnin hevur mist meirilutan. (Savnsmynd)
 
20.03.2024 - 12:20

- Eg fari altíð at stuðla einari stjórn, sum Vinstriflokkurin er partur av, og støðan er ikki broytt, eftir at norðuratlantisku umboðini nú tryggja donsku stjórnini meirilutan.

Tað sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

Eftir at danska stjórnin í vikuni misti meirilutan, hevur Metta Frederiksen, forsætisráðharri, boðið føroysku og grønlendsku fólkatingslimunum á fund.

 

Mads Fuglede er farin úr Vinstra upp í Danmarksdemokratarnar. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Stjórnin hevur mist innanríkispolitiska meirilutan í fólkatinginum, tí Mads Fuglede, fólkatingsmaður, er farin úr Vinstraflokkinum upp í Danmarksdemokratarnar, sum eru í andstøðu.

At forsætisráðharrin býður til kaffifundar, er einki nýtt, sigur Anna Falkenberg.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20032024_Falkenberg

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin. 

 

Støðan ikki broytt

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, metir heldur ikki, at støðan er broytt stórvegis:

- Sum eg havi sagt alla tíðina, vil eg helst halda meg uttan fyri mál, sum eru reint innanríkispolitisk donsk, sigur Sjúrður Skaale.

- Hinvegin hevur henda stjórnin, mær vitandi, ongantíð enn fingið nakað mál samtykt, einans grundað á egnan meiriluta, men hevur altíð havt aðrar flokkar við. Tí síggi eg ikki ta stóru broytingina, sigur Sjúrður Skaale, sum ætlar sær á fund við Mettu Frederiksen 22. mai.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303