Jóhanna Fossdalsá Sørensen skrivaði enn einaferð føroyska fótbóltssøgu

Jóhanna Fossdalsá Sørensen skrivaði enn einaferð føroyska fótbóltssøgu
18 ára gamla Jóhanna Fossdalsá Sørensen úr Hoyvík, ið hevur slitið barnagaggurnar í HB, er fyrsti føroyingur, ið hevur spælt eina Champions League-fjórðingsfinalu í fótbólti
 
21.03.2024 - 14:00

Jóhanna Fossdalsá Sørensen úr Hoyvík, sum spælir við svenska felagnum BK Häcken, spældi í gjárkvøldið alla Champions League-fjórðingsfinaluna á tamba móti franska stórfelagnum Paris Saint-Germain, PSG.

Harvið skrivaði Jóhanna Fossdalsá Sørensen enn einaferð føroyska fótbóltssøgu, tí luttøkan í fjórðingsfinaluni er størsti dysturin, sum nakar føroyskur fótbótsspælari hevur spælt.

Jóhanna skrivaði eisini føroyska fótbóltssøgu, tá felag hennara, BK Häcken, upprunaliga spældi seg víðari til Champions League-endaspælið. 

 

2-1 tap

Tíverri taptu Jóhanna Fossdalsá Sørensen og BK Häcken fyrru Champions League-fjórðingsfinaluna móti PSG á heimavølli 2-1.

PSG legði seg á odda, tá 23 minuttir vóru leiktir. Men BK Häcken svaraði aftur beint fyri hálvleikssteðgin. Kafaji skeyt bóltin í málið, tá hann støkk út aftur, eftir at PSG-málverjin hevði bjargað einum brotssparki frá júst Kafaji. 

Jóhanna Fossdalsá Sørensen vísti í fleiri umførum sínar dygdir á sentrala miðvøllinum, bæði við góðum sendingum, men eisini einum dundurskoti, ið fór beint framvið miðskeiðis í fyrra hálvleiki. 

Seinna fjórðingsfinala millum BK Häcken og PSG verður í Paris verður 28. mars.

 

BK Häcken FF - Paris Saint-Germain 1-2 (1-1)

0-1 Gaetino 23'
1-1 Kafaji 42'
1-2 Chawinga 74'

 

Stórtalentið

Ítróttarredaktiónin hjá Kringvarpi Føroya gjørdi eitt portrett av dugnaligu føroyskum fótbóltsgentuni, ið eisini spælir á sterka danska kvinnulandsliðnum í fótbólti.

Portrettið kann síggjast her: >>Stórtalentið: Jóhanna Fossdalsá Sørensen

DOK01393_S4_FOLKSINS_RODD

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808