Tekur 10 ár aftrat at gera kirkjuna lidna

Tekur 10 ár aftrat at gera kirkjuna lidna
Sagrada Familia í Barcelona hevur staðið í gerð síðani 1882
Farið var í 1882 undir at byggja kirkjuna, sum arkitekturin Antoni Gaudi teknaði. (Savnsmynd)
 
25.03.2024 - 11:05

Stóra kirkjan, Sagrada Familia í Barcelona, skal verða liðugtbygd í 2034.

Tað skrivar enska avísin, The Guardian.

Farið var í 1882 undir at byggja kirkjuna, sum arkitekturin Antoni Gaudi teknaði.

Hon er eitt sera væl umtókt ferðafólkamál og hevur hálvafimtu millión vitjandi hvørt ár.

Ætlanin var, at Sagrada Familia skuldi standa liðug í 2026, tá ið 100 ár eru liðin, síðani Gaudi doyði.

Men koronufarsóttin og aðrar seinkingar gera, at hóast tað nógva verður liðugt til ta tíð, verður alt arbeiðið ikki liðugt fyrr enn í 2034.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213