Ætla at binda skotsku oyggjarnar saman við undirsjóvartunlum

Ætla at binda skotsku oyggjarnar saman við undirsjóvartunlum
Skotar halda, at føroysku undirsjóvartunlarnir eru góð fyrimynd, nú arbeitt verður við ætlan um gera fýra tunlar
Í heyst var ein skotsk sendinevnd í Føroyum og hugdi at Sandoyartunlinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.04.2024 - 11:23

Formaðurin í skotska SNP-flokkinum, Humza Yousaf, er sinnaður at kjakast um ætlanirnar at gera undirsjóvartunlar, sum skulu binda skotsku oyggjarnar saman.

Við miðilin The National sigur hann seg altíð hava verið fyri føstum sambandi.

- Men vit taka málið fram, júst sum bretska stjórnin hevur skorið fíggjarlógina 1,3 milliardir bretsk pund - tað svarar til 11,3 milliardir krónur í okkara peningi.

- So okkara fíggjarlóg er avmarkað, sigur Humza Yousaf. Hann leggur aftrat,  at hini londini í Evropa hava dugað væl, og serliga eru tað Føroyar, sum líkjast frá hinum.

 

Humza Yousaf er formaður í skotska tjóðskaparflokkinum, SNP. (Mynd: BBC)

 

Sendinevnd í Føroyum

Í november í fjør kom ein sendinevnd við skotskum tinglimum til Føroya at síggja Sandoyartunnilin, sum sambært heimasíðuni 'scottish construction now.com' kostaði 9,8 milliónir pund kilometurin.  Tað svarar til 85,3 milliónir krónur.

Na h-Eileanan og Angus MacNeil, sum vóru við á føroyaferðini, søgdu við skotskar miðlar, at vónandi fer ferðin at vísa skotska fólkinum fyrimunirnar við undirsjóvartunlum, sum hava stytt flutningstíðina munandi, skrivar skotski miðilin.

Shetland Island Council, sum er landspartastjórnin í Hetlandi, segði í september í fjør, at samráðingarnar um at binda oyggjarnar saman við undirsjóvartunlum vóru komnar langt.

 

Fýra tunlar

Skotið verður upp at byggja fýra tunlar: millum meginlandið og Yell; Yell til Unst; Meginlandið til Whalsay; og Meginlandið og Bressay, skrivar heimasíðan 'scottish construction now.com'.

Emma Macdonald, forkvinna í landspartastjórnini í Hetlandi, segði í september, at ein loysn skal finnast á málinum. 

- Týdningurin av einum flutningskervi millum oyggjarnar í Hetlandi kann ikki undirmetast, segði hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162