Turrsjampo møgulig orsøk til spreinging í raðhúsum í Danmark

Turrsjampo møgulig orsøk til spreinging í raðhúsum í Danmark
Løgreglan í Danmark hevur funnið størri nøgd av dósum við turrsjampo á staðnum, har ein spreinging festi í eini raðhús í Helsinge í Norðursælandi hóskvøldið.
Tað var í hesum raðhúsinum í Helsinge í Norðursælandi, at spreingingin hendi.
Mynd: Keld Navntoft/Ritzau Scanpix  
 
12.04.2024 - 13:51

Løgreglan í Danmark hevur funnið størri nøgd av dósum við turrsjampo á staðnum, har ein spreinging festi í eini raðhús í Helsinge í Norðursælandi. Tað skrivar løgreglan í tíðindaskrivi. 

Hóskvøldið segði løgreglan, at talan helst var um tendraragass, sum var sniffað, sum síðani sprongdist og festi í. Men náttina til fríggjadagin sigur løgreglan við Ritzau-tíðindastovuna, at talan kann vera um turrsjampo, sum elvdi til spreingingina.

Løgreglan arbeiðir út frá ástøðinum um, at óskettin handfaring av dósunum samansett við, at tendrarar vóru brúktir, elvdu til eldin.

- Vit kunnu tó einki endaligt siga um orsøkina til eldin, fyrr enn vit hava úrslitini frá tøkniligu royndunum, og tá ið vit hava avhoyrt fólkini í málinum, sigur umboð fyri løgregluna í Norðursælandi.

Úrslitið frá tøkniligu kanningunum verður í fyrsta lagi klárt í næstu viku.

Fýra børn í aldrinum 10-12 ár og ein 44 ára gomul kvinna, sum er mamma ein av gentunum, fingu álvarsligan skaða í eldsbrunanum.

Ein 43 ára gamal maður fekk eisini skaða, tá ið hann hjálpti teimum fimm út úr húsinum, tá ið eldur kom í.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961