Rýkur enn úr Børsinum í morgun, og tí byrjar kanningararbeiðið í morgin

Rýkur enn úr Børsinum í morgun, og tí byrjar kanningararbeiðið í morgin
Søguligi Børsurin er brendur í grund, men hann skal byggjast uppaftur. Kanningararbeiði byrjar í morgin, tí enn rýkur úr Børsinum
Tað er ein syrgilig sjón, ið møtir keypmannahavnarum í morgun. Børsurin er brendur í grund
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
17.04.2024 - 08:59

Tað rýkur enn úr Børsinum í morgun og tí byrjar kanningararbeiðið inni í bygninginum væntandi ikki fyrr í morgin. 

Onnur síðan, ið vendir móti Christiansborg, er øll brend í grund, ímeðan hin síðan, stendur óskalað, segði tilbúgvarleiðarin í Keypmannahavn við TV2 í morgun. 

1667533

 

 

Søguligi bygningurin skal byggjast uppaftur.

Tað er Dansk Erhverv, sum eigur bygningin.

Forstjórin í Dansk Erhverv, Brian Mikkelsen, var ivaleysur eftir at eldur kom í bygningin í gjár.

"Vit hava saman við nevndini avgjørt, at Børsurin skal byggjast uppaftur, sama hvussu víkjur og vendir," sigur Brian Mikkelsn við Ritzau.

 

Ivi um endurreisn

Sambært Sandru Brovall, sum er tíðindafólk á mentan hjá danska kringvarpinum, eru í løtuni fleiri spurningar enn svar, tá talan er byggja uppaftur.

"Børsurin er ein bygningur, ið fevnir um nógvar tíðarskeið við ymiskari byggilist, og stóð liðugur í 1625, men hann er umvældur fleiri ferðir. So spurningurin er, hvussu bygningurin skal endurreisast. Skal hann førast aftur til, hvussu hann upprunaliga sá út við gulum tigulsteinum? Spurningurin er eisini, hvat tilfar, ið Børsurin skal endurreisast við? Skal blýggj, ið er eitt eitrandi evni, aftur brúkast til tornið?

1667491

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533