Straight Ahead gekk undan við tónleikaútgávu í sjeytiárunum

Straight Ahead gekk undan við tónleikaútgávu í sjeytiárunum
Frá 1974 til 1978, tá fáir føroyskir bólkar gingu í útgávutonkum ella fingu upp í lag sjálvir at smíða sangir, gav Straight Ahead LP-plátu, eina EP-plátu og tvær single-plátur
Straight Ahead í venjingarhølunum eftir at Hans Carl Hansen var komin uppí bólkin
Mynd: Jørgin Dahl (Privat)  
 
09.05.2024 - 17:30

Einki orkestur í Føroyum fekk so nógv á skaftið í sjeytiárunum sum Straight Ahead. Teir tóku sær ikki av løttum, tey fáu árini, ið teir vóru virknir. Eftir fýra árum - frá november 1974 til desember 1978 - lótu teir frá sær eina LP-plátu, eina EP-plátu og tvær single-plátur.

Hetta var í 70-unum, tá fáir bólkar gingu í útgávutonkum ella tíansheldur fingu upp í lag sjálvir at smíða sangir.  Ein broyting kom nøkur ár seinni, tá plátufelagið Tutl varð stovnað í 1977 og fekk skundað undir eina røð av føroyskum plátuútgávum, mest í fólkatónleiki og jazz.

 

Sangskattur huldur í támi

Sangirnir hjá Straight Ahead vóru ongantíð givnir út á fløgu eftir at  pláturnar vóru útseldar. Allur sangskatturin hevur tí ligið huldur í támi øll hesi árini.

Sangirnar finnur tú heldur ikki á talgildu pallunum, sum flest øll brúka í dag, eitt nú Spotify og iTunes.

Men Tutl arbeiðir nú við at digitalisera henda sangskattin. Harumframt verður Veðraplátan endurútgivin sum LP-pláta seinni í summar. Gissur Patursson, ið sjálvur sum táverandi leiðari á plátudeildini hjá LM-handlinum,  gav plátuna út í desember 1978, hevur hetta arbeiðið um hendi.


Tríggjar útgávur av Straight Ahead

Niðanfyri sæst yvirlit yvir tað, sum bólkurin hevur givið út, og hvørjir mannaðu bólkin. Í veruleikanum vóru tríggjar ymiskar manningar.


Upprunamanningin í Straight Ahead: (f.v.) Agnar Joensen, Heri Ellingsgaard, Jørgin Dahl, Archie Black og Edward Ziska (Myndi: Norðlýsið)

 

Upprunamanningin ger fyrstu plátuna í 1974. Eftir tað fara tveir burturúr, Heri Ellingsgaard og Agnar Joensen.

>>SÍ EISINI: Upprunin hjá Straight Ahead var ein samanrunnur

Onnur manningin er hon, sum spælir inn aðru singleplátuna í 1976.


Straight Ahead 2.0: (f.v.) Petur Hans Poulsen, Archie Black (sitandi), Edward Ziska (sitandi) og Jørgin Dahl (Mynd: Archie Black, privat)

 

Petur Hans Poulsen er tá nýggjur gittaristur. Hann var oddamaður í Swallows/Birds, ið var fast húsaorkestur í Atlantis, men hevði játtað at loysa av sum fyribils gittaristur í Straight Ahead til teir funnu annan gittarspælara. 

Hann finna teir so í 1977. Ikki í Klaksvík, men í Havn. Hans Carl Hansen er nýggi maðurin.

>>SÍ EISINI: Føroysk rokksøga í KVF

Straight Ahead hevur nú fingið sítt endaliga skap. Kjarnan í bólkinum er Jørgin Dahl, Archie Black og Edward Ziska. Teir tríggir eru við allan vegin. Gittarspælararnir gingu eftir tørni. 


Endiliga Straight Ahead-manningin: (f.v.) Jørgin Dahl, Edward Ziska, Archie Black og Hans Carl Hansen, sáli (Myndir: Hans Black)

 

Gittarúrmælingurin Hans Carl

Hans Carl Hansen var rættur úrmælingur, og munaði væl, tá bólkurin setti sær uppaftur meira fyri við fleiri plátuútgávum.

Í august 1977 taka teir upp fýra sangir til EP-ina, sum kom í desember sama ár. Og árið eftir - í 1978 - kemur høvuðsverkið. Veðraplátan verður tikin upp í Keypmannahavn í juli 78, men ikki fyrr enn um jóltíðir kemur plátan í sølubúðirnar.

Men tá er bólkurin ikki til longur. Straight Ahead gevast á toppinum uttan nakra fráboðan um, at nú er liðugt. 


Straight Ahead - í stuttum
1973: Bólkurin stovnaður í Klaksvík
1974: Fyrsta plátan - gula singlin - kemur út (upptøka MZ - útgáva H.C.W. Tórgarð)
1976: Onnur plátan - grøna singlin - kemur út (upptøka MZ - útgáva SHJ-plátuhandil)
1977: Triðja plátan - hvíta EP-in - kemur út (upptøka MZ - eginútgáva)
1978: LP-in (Veðraplátan) kemur út (upptøka Hookfarm, KBH - útgáva: LM-handilin)
1979: Straight Ahead gevast og Jørgin fer upp í Hjarnar

 

Manningin
1974:  Jørgin Dahl (ljómborð & sangur), Heri Ellingsgaard (gittar), Archie Black (bass), Edward Ziska (trummur), Agnar Joensen (floyta)
1976: Jørgin Dahl (ljómborð & sangur), Archie Black (bass), Edward Ziska (trummur), Petur Hans Poulsen (gittar)
1977: Jørgin Dahl (ljómborð & sangur), Hans Carl Hansen (gittar), Archie Black (bass), Edward Ziska (trummur)
1978: Jørgin Dahl (ljómborð & sangur), Hans Carl Hansen (gittar), Archie Black (bass), Edward Ziska (trummur)


Pláturnar


Gula singlin 1974
A) Komið øll við  (orð & lag: Jørgin Dahl)
B) Upp á gólv  (orð & lag: Jørgin Dahl)

Grøna singlin 1976
A) Me and Virginia  (orð & lag: Jørgin Dahl)
B) Mín góða  (orð & lag: Jørgin Dahl) Edward syngur

Kápuleysa Ep-in 1977
A1) Silver bird  (orð & lag: Jørgin Dahl)
A2) Heart is crying  (orð & lag: Jørgin Dahl)
B1) Hey sweet Marie  (orð & lag: Jørgin Dahl)
B2) Tú veitst  (orð & lag: Jørgin Dahl)

Veðraplátan 1978
A-síðan
Heading for disaster  (orð & lag: Jørgin Dahl)
Oh no  (orð & lag: Jørgin Dahl)
Think about love  (orð & lag: Jørgin Dahl)
Driving me crazy  (orð & lag: Jørgin Dahl)
The chicken dance  (lag: Jørgin Dahl)

B-síðan
Absalon  (lag: Jørgin Dahl)
Well all right  (orð & lag: Jørgin Dahl)
Sirius  (lag: Jørgin Dahl)
Meet me tomorrow (lag: Hans Carl Hansen)
Faroese reggae  (lag: Jørgin Dahl)
Peace on my mind  (lag: Jørgin Dahl)

 

 

20240506_REYP_KOMID_OLL_VID_01

 

Hvat: "Komið øll við" (1:2)
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Kristi himmalsferðardag, í kvøld, kl. 20

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. juni
Morgunlestur týsdagur 25. juni 2024
177127
Mánadag 24. juni
Biltúrurin 2: Koyrt verður í Sumba
176599
Mánadag 24. juni
Áki flúktaði KÍ úr FM stríðnum
177176
Mánadag 24. juni
Søgan um Hank Williams (2:8)
176855
Mánadag 24. juni
EM-tíðindi: 24. juni
177168
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, Jóansøka 2024
177125
Leygardag 22. juni
Video: 10mf, Jóansøka 2024
177123
Leygardag 22. juni
Video: 6mf_menn, Jóansøka 2024
177120