Parlamentsval í Bretlandi 4. juli

Parlamentsval í Bretlandi 4. juli
Konservativi flokkurin hevur staðið seg illa í veljarkanningum, men Rishi Sunak, forsætisráðharri, sigur, at nú er gongdin vend, og framgongd og vøkstur eru at hóma
Rishi Sunak, forsætisráðharri, hevur skrivað út parlamentsval í Bretlandi 4. juli.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.05.2024 - 08:33

Bretar skulu á val, longu 4. juli.

Tað boðaði bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, frá í gjár.

Parlamentsval skal haldast í Bretlandi fyri 28. januar næsta ár. Men so leingi ætlar Sunak sær ikki at bíða.

Tá hann skrivaði út val í gjár, vísti forsætisráðharrin á, at búskaparliga gongdin í Bretlandi er vend - nú er aftur framgongd og vøkstur at hóma, inflatiónin er komin niður á tvey prosent - og bretar skulu longu í summar fáa møguleikan at gera av, hvør skal leiða landið víðari, sigur hann.

 

Stendur seg illa

Konservativi flokkurin hjá Rishi Sunak hevur annars staðið seg sera illa í meiningskanningunum. Í marsmánaði stóð so illa til, at flokkurin hevði ikki fingið meira enn 98 av teimum 650 sessunum í bretska undirhúsinum, hevði val verið tá.

Men Rishi Sunak sigur, at hann nú fer at brúka næstu tíðina til at sannføra bretska fólkið um, at konservativi flokkurin eigur at halda fram at stjórna landinum. 

Nýggjastu veljarakanningarnar geva konservativa flokkinum umleið 23 prosent av atkvøðunum, meðan andstøðuflokkurin Labour við Keir Starmer á odda fær um 44 prosent.

Bretar vóru seinast á vali 12. desember í 2019, tá Boris Johnsen vann valið fyri tey konservativu. Hann noyddist tó frá. Liz Truss tók við sum forsætisráðharri, men bara í 49 dagar, áðrenn Sunak gjørdist stjórnarleiðari. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576