Nýggj TV 2-heimildarrøð í sjónvarpinum næstu fimm hóskvøldini

Nýggj TV 2-heimildarrøð í sjónvarpinum næstu fimm hóskvøldini
Komandi fimm hóskvøldini vísir Kringvarpið nýggju TV 2-heimildarrøðina "Svarti Svanurin".
Mynd: TV 2  
 
29.05.2024 - 15:03

"Tann villasta heimildarrøðin í fleiri ár". Soleiðis skrivar talgildi miðilin Heartbeats í einum ummæli av nýggju heimildarrøðini hjá TV 2 við navninum "Svarti Svanurin".  

Danskir og norðurlendskir miðlar í hópatali hava skrivað søgur um mongu avdúkingarnar í sendirøðini, sum var frumsýnd týsdagin. Hóast einans tveir partar av fimm eru tøkir, so hava avdúkingarnar longu havt avleiðingar fyri fleiri donsk vinnulívsfólk, sum annaðhvørt eru koyrd ella farin úr starvi sínum. Eitt sokallað "must see", skrivar Heartbeats í ummælinum. 

Amira Smajic er bulurin í sendingini. Amira er juristur og hevur arbeitt fyri størstu rokkarabandarnar í Danmark. Nú kvettir hon við sítt gamla umhvørvi, og saman við nøkrum tíðindafólkum arbeiðir hon sum moldvørpa fyri TV2. Av eini skrivstovu við duldum upptøkutólum avdúkar hon nú bæði rokkarar, advokatar og stórar vinnurekandi. 

Ein brellbiti sæst her: 

 

Í sjónvarpinum næstu fimm hóskvøldini

Kringvarpið hevur fingið rættindi at vísa sendirøðina, og fyrsti partur verður í sjónvarpinum hóskvøldið, 30 mai kl. 20. “Svarti Svanurin” verður endursend sunnukvøldið kl. 21.15.

Eftir fyrsta partin vísir sjónvarpið sendingina “Skuggasíðan”, har royndu krimireportararnir Carsten Norton og Janni Pedersen frá krimisendingini hjá TV 2, "Skyggesiden", geva hyggjarunum greiðari fatan av avdúkingunum í dokumentarsendingini. Tað er hóskvøldið 30. mai kl. 20.50. 

Kringvarpið hevur ikki rættindi at leggja sendirøðina á KVF Sjón, men sendingin er tøk á TV 2 Play fyri rindandi limir.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595