Grønland: Eingin fólkaatkvøða um sjálvstýri fyribils

Grønland: Eingin fólkaatkvøða um sjálvstýri fyribils
Fyrst skal gerast neyv greining um sjálvstýri, áðrenn fólkið sleppur at taka støðu
Frágreiðingin skal gerast í summar, so hon er klár, tá landstingið kemur saman aftur í heyst. (Savnsmynd)
 
31.05.2024 - 17:00

Fólkaatkvøða verður ikki enn í Grønlandi um sjálvstýri.

Landstingið hevur viðgjørt tvey uppskot um fólkaatkvøðu skjótast gjørligt.

Men endin bleiv, at tey vóru løgd saman í eitt uppskot um, at fyrst verður gjørd ein neyv greining um sjálvstýri, áðrenn fólkið sleppur at taka støðu.

Hetta uppskotið var samtykt í landstinginum.

 

Greina í summar

Greiningin, ella frágreiðingin, skal gerast í summar, so hon er klár, tá landstingið kemur saman aftur í heyst.

Hildið verður, at ein fólkaatkvøða fer at kosta tvær milliónir krónur.

Teir pengarnir skulu vera í fíggjarlógini fyri 2025.
 
Ein annar møguleiki er at hava fólkaatkvøðuna saman við einum landstingsvali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808