H-bygningurin latin Landssjúkrahúsinum móti ársenda

H-bygningurin latin Landssjúkrahúsinum móti ársenda
Tað verður ikki fyrr enn móti ársenda, at síðstu tveir triðingar av H-bygninginum verða lidnir og klárir at lata Landssjúkrahúsinum at brúka
H-bygninginum verður væntandi latin Landssjúkrahúsinum móti ársenda.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.06.2024 - 18:20

H-bygningurin lekur framvegis, og byggiharrin Landsverk og arbeiðstakarin MT Højgaard eru framvegis ósamd um arbeiði og rokningar, sigur Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari hjá Landsverki. 

Landssjúkrahúsið hevur yvirtikið ein triðing av H-bygninginum. Higartil eru køkurin, seingjarvask, endurvenjing og H2-skurðdeildin tikin í nýtslu.

Tað er torført at siga, nær ein loysn verður á trætuni við MT Højgaard.

Sigurð Ó. Vang sigur, at tað kann væntast at fleiri lekar koma undan kavi í vetur, tá Landssjúkrahúsið hevur yvirtikið bygningin - men tá er tað framvegis arbeiðstakarin, ið eigur ábyrgdina

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1678248

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713