Sló Mette Frederiksen: Minnist einki

Sló Mette Frederiksen: Minnist einki
Ein 39 ára gamal póllendingar, sum í gjár sló danska forsætisráðharran Mette Frederiksen á armin, er fyribils varðhaldsfongslaður í 12 dagar
Mette Frederiksen er skakað av hendingini í gjár, har ein maður sló hana á armin
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.06.2024 - 15:36

39 ára gamli maðurin, sum í gjár varð tikin fyri at hava sligið danska forsætisráðharran Mette Frederiksen, er fyribils varðhaldsfongslaður í 12 dagar.

Danskir miðlar skriva, at maðurin, sum er úr Póllandi, men sum hevur verið í Danmark síðan 2019, noktar seg sekan. Hann var eftir øllum at døma ávirkaður av bæði rúsevnum og rúsdrekka, tá hann skumpaði Mette Frederiksen og sló hana á høgra yvirarm. Hetta var á Kultorvet í Keypmannahavn klokkan 10 minuttir í 5 føroyska tíð í gjár.

Maðurin varð grundlógaravhoyrdur í morgun. Har segði hann, at hann einki mintist til hendingina. Hann segði, at hann einki hevur ímóti Mette Frederiksen og í roynd og veru helt hana vera ein góður forsætisráðharri.

Dómarin metti tað vera talan um harðskap móti einum persóni í almennari tænastu, og at tað eisini telur sum skerpandi umstøður, at talan er um ein politikara, sum hevur úttalað seg lógliga í almenna kjakinum.

Mette Frederiksen varð flutt á Ríkissjúkrahúsið til kanningar aftan á álopið í gjár. Hon segði seg hava pínu í høvdinum og nakkanum og hevur fingið koyrilsbrest í nakkan. Hon hevur tað annars gott, men er skelkað av hendingini, skrivar DR. Hon hevur eisini avlýst at fara til fleiri tiltøk, sum hon annars skuldi vitja í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777