Barcelona steðgaði CL-dreyminum hjá Eliasi

Barcelona steðgaði CL-dreyminum hjá Eliasi
Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel taptu so dyggiliga fyri Barcelona í Champions League-hálvfinaluni, og tí skal føroyingurin spæla um triðja plássið í dag
Elias Ellefsen á Skipagøtu ímóti Aalborg fyrr í hesum kappingarárinum. Aalborg spælir CL-finalu ímóti Barcelona seinnapartin
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
09.06.2024 - 09:51

Bercelona steðgaði Champions League-finaludreyminum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, tá spanska felagið smurdi THW Kiel av í hálvfinaluni leygardagin.

Norðurtýskararnir taptu heili 30-18 ímóti favorittunum og mugu tí taka til takkar við dysti um triðja plássið ímóti Magdeburg í dag.

Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk fitt av spælitíð - hann byrjaði inni á miðjuni - men føroyski landsliðsspælararin rakti ikki toppstigið. Hoyvíkingurin skeyt eitt mál tíðliga í dystinum, men hinar tríggjar royndirnar fóru ikki í mál. 

Sum heild hevði Kiel ilt við at skora ímóti danska landsliðsmálverjanum Emil Nielsen, sum næstan bjargaði helmingin av royndunum hjá Kiel.

 - Vit raka sum so einki. Vit spæla av hundanum til og brenna so nógv afturat eisini. Vit hava heilt ótrúliga nógv, sum skal betrast til í morgin, um nakað líknandi ikki skal henda aftur, segði Elias Ellefsen á Skipagøtu við Portal.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244