Evropatingsvalið endar í dag

Evropatingsvalið endar í dag
Veljarakanningar benda á, at ytsti høgravongurin gongur fram í fleiri av ES-londunum, og tað kann broyta valdsjavnvágina í tinginum
Í Danmark skulu 15 fólk veljast inn í Evropatingið í dag. Her er tað Alex Vanopslagh úr Liberal Alliance, sum setir krossin
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  
 
09.06.2024 - 11:36

Í dag eru seinastu valini til Evropatingið.

Tilsamans skulu 720 politikarar úr ES-londunum veljast inn, og í fleiri av londunum siga veljarakanningar, at flokkarnir ytst á høgravonginum ganga fram, eisini í stóru londunum Týsklandi og Fraklandi, sum hava ávikavist 94 og 81 limir í Evropatinginum.

Í dag hava flokkarnir ytst á høgravonginum fimta hvønn sess í Evropatinginum, men sambært veljarakanningunum fara teir eftir valið at hava fjórða hvønn sess í tinginum - tað merkir, at teir fara úr 20 upp í 25 prosent.

Danska kringvarpið DR skrivar, at hetta kann fáa avgerandi týdning fyri valdsjavnvágna í tinginum, og tað kann síggjast aftur í til dømis umhvørvispolitikkinum og búskaparpolitikkinum, har eitt nú italski forsætisráðharrin Giorgia Meloni hevur sagt, at tey fegin vilja hava størri ávirkan á, hvønn veg Evropa fer á hesum báðum økjunum.

Valluttøkan til Evropatingið plagar ikki at vera so góð sum til tjóðartingsvalini í teimum ymsu limalondunum. Til seinasta Evropatingsval var samlaða valluttøkan 50,7 prosent. Hetta var hægsta valluttøka síðan 1994.

Evropatingið er einasti fólkavaldi politiski stovnur í ES. Tingið er sett saman av limum úr øllum ES-londunum, sum eru umboðað eftir, hvussu stórt fólkatalið í landinum er. 

Fyrr hevur Evropatingið ikki havt so stórt vald, men við Lissabon-sáttmálanum fyri 14 árum síðan bleiv hetta broytt, so tingið nú hevur lóggevandi vald saman við ráðharraráðnum. Sostatt er tað Evropatingið, sum saman við ráðharrunum úr teimum ymsu ES-londunum, sum skulu gera ES-lógirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776