USA vil hava ST-trygdarráðið at atkvøða um vápnahvíld

USA vil hava ST-trygdarráðið at atkvøða um vápnahvíld
Sambært amerikanska uppskotinum skal vápnahvíld vera í Gasa alt fyri eitt, og ísrealskir gíslar latast leysir
ST-trygdarráðið. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
10.06.2024 - 08:42

USA heitir á ST-trygdarráðið um at atkvøða um amerikanska uppskotið um vápnahvíld fyri Gasageiran.

- USA hevur í dag heitt á trygdarráðið um at atkvøða um uppskotið, sum liggur á borðinum, segði talsfólkið fyri amerikonsku ST-sendinevndina, Nate Evans, í gjár.

Hann hevur ikki upplýst, nær USA ætlar, at atkvøðugreiðslan skal vera.

Amerikanska uppskotið  mælir til vápnahvíld alt fyri eitt millum ísraelska deildir og Hamas, og at gíslar verða latnir leysir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026