Nato viðger møguleikan at gera kjarnorkuvápn tilbúgvin

Nato viðger møguleikan at gera kjarnorkuvápn tilbúgvin
So leingi sum kjarnorkuvápn eru til, vera vit ein kjarnorkusamgonga, sigur Nato-aðalskrivarin
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.06.2024 - 09:50

Nato viðger í løtuni spurningin at taka kjarnorkuvápn úr goysmlunum og gera tey tilbúgvin. 

Tað sigur Jens Stoltenberg, aðarskrivari í Nato.

- Eg fari ikki í smálutir um, hvussu nógvar kjarnorkurakettir eiga at vera tilbúnar, og hvørjar eiga at vera á goymslu, men vit hava tørv á at tosa um hetta. Og tað er júst tað vit gera, segði Stoltenberg í samrøðu við bretska blaðið The Telegraph.

- Opinleiki hjálpir okkum at senda út greið boð um, púra greitt, at vit eru ein kjarnorkusamgonga, segði Nato-aðalskrivarin.

Í síðstu viku segði Stoltenberg, at kjarnorkuvápn er seinasta trygd hjá Nato, og ein máti at varðveita frið.

- Málið hjá Nato er so greitt: ein heimur við ongum kjarnorkuvápnum. Men so leingi sum kjarnorkuvápn eru til, vera vit ein kjarnorkusamgonga, tí ein heimur, har Russland, Kina og Norðurkorea hava kjarnorkvápn, og Nato ikki hevur, er vandamikil, segði hann við The Telegraph. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129