Taka ikki undir við at Skt.Jósefs barnagarður verður kommunalur dagstovnur

Taka ikki undir við at Skt.Jósefs barnagarður verður kommunalur dagstovnur
Foreldur og nevndarlimir í sjálvsognarstovninum Skt.Jósefs barnagarði, eru ímóti at barnagarðurin nú verður rikin sum vanligur kommunalur dagstovnur
Harald Joensen og Louise Restorff Jacobsen mótmæltu í dag.
Mynd: Ruth Winther Poulsen  
 
20.06.2024 - 18:26

Tórshavnar kommuna keypir dagstovnin hjá katolikkunum, Skt.Jósefs barnagarð, fyri 8 milliónir krónur.

Tað samtykti býráðið einmælt seint seinnapartin.

Skt.Jósefs barnagarður er sjálvsognarstovnur, men hann verður nú vanligur kommunalur dagstovnur.

Men tað eru fólk, sum ikki halda tað vera rætt, at dagstovnurin nú verður kommunalur.

Fyri aðru viðgerð í býráðnum í dag, vóru foreldur og nevndarlimir í sjálvsognarstovninum komin at mótmæla á Vaglinum. 

Hoyr samrøðu við Louise Restorff Jacobsen og Harald Joensen í tíðindunum

1680625

 

Formaðurin í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, Annfinn Brekkstein, vissar foreldur um, at umstøðurnar í Skt.Jósefs barnagarði ikki gerast verri, nú barnagarðurin fer at verða rikin sum vanligur kommunalur dagstovnur.

Tað segði hann millum annað, tá málið var til aðru viðgerð í býráðnum seint seinnapartin.

Lurta her:

1680628

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713