Amerikanski og russiski verjumálaráðharrin tosaðu í telefon

Amerikanski og russiski verjumálaráðharrin tosaðu í telefon
Amerikanska verjumálaráðið leggur dent á at hava samband við Russland, hóast russisku innrásina
Lloyd Austin er amerikanskur verjumálaráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.06.2024 - 09:18

Fyri fyrstu ferð í meira enn eitt ár er diplomatiska sambandið millum amerikonsku og russisku verjumálaráðini tikið uppaftur.

Í gjár prátaðu amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, og russiski starvsbróðurin, Andrej Belousov, í telefon.

Amerikanska verjumálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at Austin legði dent á týdningin av at halda sambandið við Russland, hóast russisku innrásina í Ukraina.

USA tók stig til telefonsamrøðuna, eftir at Russland fyrr í vikuni hótti USA við "avleiðingum", tá Ukraina leyp á Krim-hálvoynna, sum Russland hertók í 2014.

Sambandið millum Russland og USA er vorðið spent, eftir at USA hevur givið Ukraina loyvi at brúka amerikonsk vápn at leypa á mál í russiskum øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Trapputing í Klaksvík
205848
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810