Politiskur viðmerkjari: Greið boð frá løgmanni um, at opinleiki skal valda

Politiskur viðmerkjari: Greið boð frá løgmanni um, at opinleiki skal valda
- Hetta eru greið boð frá løgmanni til miðfyrisitingina um, at opinleiki skal valda og at tá biðið verður um innlit, skal innlit gevast, sigur Árni Gregersen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)  
 
28.06.2024 - 18:59

Løgmansskrivstovan og Turid Arge hava gjørt semju, sum staðfestir, at hon fer úr starvi sum aðalstjóri í heilsumálráðnum, og í staðin verður ráðgevi í Løgmálaráðnum.

Kanningarleiðarin, Jens Nørtved, hevur gjørt tænastumannakanningina, og fyrrapartin fekk Løgmansskrivstovan endaligu frágreiðing hansara.

Løgmaður setti í verk tænastumannakanning at lýsa embætisførsluna hjá Turid Arge, tí varhugi var um, at hon hevði sett til viks innlitslógina, fyrisitingarlógina og umboðsmannalógina.

  • Innnlitslógina og fyrisitingarlógina, tí hon ikki gav Kringvarpinum rættar upplýsingar og neyðuga innlitið í málinum um átaluna til stjóran á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
  • og umboðsmannalógina, tí hon í viðgerðini av innlits-klagumáli frá Kringvarpinum ikki rættstundis gav Umboðsmanninum tær upplýsingar og legði fram øll tey skjøl, sum Umboðsmaðurin hevði krav uppá.

Í niðurstøðu sínari staðfestir kanningarleiðarin, Jens Nørtved, at Turid Arge hevur brotið § 9 stk. 1 í tænastumannalógini, við at seta til viks ásetingar í innlitslógini, fyrisitingarlógini og lóg um Løgtingsins umboðsmann.

Hoyr samrøðu í útvarpstíðindunum

1682059

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713