Pauli Jacobsen: Vit spældu ein góðan dyst út frá umstøðunum

Pauli Jacobsen: Vit spældu ein góðan dyst út frá umstøðunum
Málverjin á føroyska hondbóltslandsliðnum var væl nøgdur við spælið í sigrinum á Japan, havandi í huga, at fleiri av spælarunum ikki hava vant ella spælt síðstu vikurnar
Bjargingarroynd: Pauli Jacobsen var væl nøgdur við avrikið í venjingardystinum ímóti Japan í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.07.2024 - 17:11

Spælararnir á føroyska A-landsliðnum í hondbólti eru sum heild væl nøgdir við avrikið í 30-29 sigrinum á Japan í dag. 

Annar av málverjunum, Pauli Jacobsen, rósar føroyska spælinum ímóti OL-liðnum hjá japanarum havandi avbjóðandi umstøðurnar í huga.

 - Vit eru øgiliga væl nøgdir havandi í huga, at fleiri av spælarunum ikki hava spælt ella vant úti í feløgunum í seinastuni, segði málverjin úr Tokyo við útvarpið.

 

Teir fara at broyta okkurt

Føroyar vunnu við bert einum máli, men síðstu løtuna fyri steðgin og í seinna hálvleiki vóru føroyingarnir greitt omaná. Var tað ikki fyri japanska málverjan, kundi sigurin verið væl størri.

Elias Ellefsen á Skipagøtu stýrdi føroyska álopsspælinum, og heimaliðið hevði ilt við at steðga yvirtalsspælinum hjá Føroyum, sum skaptu stórar kjansir í mestsum hvørjum álopi.

 - Vit rokna við, at teir fara at justera okkurt. Serliga ímóti okkara sjey ímóti seks-spæli. Elias slapp at gera meir ella minni akkurát tað, hann vildi í dag, segði Pauli Jacobsen.

 

Gott fyri samanhaldið

Sum kunnugt hevur Japan bjóðað Føroyum tveir venjingardystir sum liður í teirra fyrireiking til Olympisku leikirnar, sum byrja í París síðst í juli. 

Føroysku spælararnir skulu spæla EM-undankapping í heyst, og málverjin heldur, at túrurin er góð fyrireiking til komandi avbjóðingar.

 - Tað ger, at vit koma at kenna hvønn annan uppaftur betur, tá vit spæla, og ein slíkur serstakur túrur til Japan er góður fyri samanhaldið. Vit sleppa at uppliva øðrvísi umstøður og sleppa at spæla, uttan at tað liggur so nógv trýst á okkum. Vit kunnu royna ymiskt nýtt, og nýggir spælarar sleppa framat, segði Pauli Jacobsen.

Føroyar og Japan spæla seinna venjingardystin mikudagin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959