12 skip kunnu fiska makrel í norskum sjógvi í senn

12 skip kunnu fiska makrel í norskum sjógvi í senn
Eru fleiri enn 12 umsóknir, verður lutakast um at sleppa á lista
Vestmenningur er eitt av uppsjóvarskipunum. Í mesta lagi 12 skip kunnu fiska makrel í norskum sjógvi í senn, stendur í uppskotinum um kunngerð.
 
10.07.2024 - 08:59

Nú er neyðugt at broyta kunngerðina, sum krevur, at føroysk skip skulu landa og avreiða allan fisk í Føroyum.

Avtalan um makrel, sum Føroyar hava gjørt við Noreg og Bretland, sigur, at makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag.

Avtalað er við Noreg, at í mesta lagi 12 føroysk skip kunnu royna eftir makreli í norskum sjógvi í senn. 

Tí er í uppskotinum um kunngerð áseting um, hvussu gjørt verður, um fleiri enn 12 skip søkja Vørn um loyvi at fiska makrel í norskum sjógvi.  

 

Jupiter. Føroysk skip kunnu 35.200 tons, 40 prosent, í norskum sjógvi.

 

Lutakast

Eru fleiri enn 12 umsóknir, verður lutakast millum tær at fáa ein lista, har raðfylgjan at sleppa í norskan sjógv er ásett.

Føroyar kunnu fiska 31.054 tons av makreli, 35 prosent av kvotuni, í bretskum sjógvi, og 35.191 tons, 40 prosent av kvotuni, í norskum sjógvi.

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent uppskotið um broytingar í makrelkunngerðini, sum staðfestir endaligu føroysku makrelkvotuna í 2024 og dagførir kvotutølini, til ummælis.

Kunngerðin staðfestir eisini, hvussu føroysk skip skulu bera seg at, tá tey fiska í norskum sjógvi og í bretskum sjógvi.

Ummælisfreistin er stutt, hon er 16. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. juni
Morgunlestur mánadagur 9.juni 2025
192949
Sunnudag 8. juni
Kórstevnan 2025 - fyrra sending
192995
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta í Havnar kirkju
192980
Sunnudag 8. juni
Musikkstevnan 2025 (3:3)
192716
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956
Fríggjadag 6. juni
Veðrið
192932