Lógvabrestirnir rungaðu: Odmar aftur á vøllinum

Lógvabrestirnir rungaðu: Odmar aftur á vøllinum
Í gjár fekk KÍ-miðverjin Odmar Færø sínar fyrstu minuttir á vøllinum, eftir meir enn eitt hálvt ár uttanfyri við skaða. - Tað var ein fantastisk løta, segði verjuskansin
Odmar Færø var aftur á vøllinum fyri fyrstu ferð í meir enn eitt hálvt ár, tá hann varð skiftur inn ímóti Differdange við Djúpumýru
Mynd: Eydbii Myndir / Klaksvíkar Ítróttafelag  
 
11.07.2024 - 15:57

Lógvabrestirnir rungaðu við Djúpumýru, tá elektroniska talvan við nummar 22 var á lofti.

Eftir meir enn eitt hálvt ár uttanfyri við skaða, var Odmar Færø endiliga aftur, har hann elskar at vera; í dysti á vøllinum. 

Tey høvdu longst eftir honum, KÍ-viðhaldsfólkini. Tað var eyðsæð, tá tey reistust og klappaðu miðverjan inn á nýggja graslíkið í 82. minutti av 2-0 Champions League-sigrinum á Differdange.

 - Kenslan var fantastisk, segði Odmar Færø eftir dystin.

 - Eg hevði ikki væntað tað, bara hopað tað, droymt um so stóra og góða móttøku, tá eg kom á vøllin.

 

240711_ODMAR_FAERO_NET

 

 

Skaddur eftir søguliga drúgt ár

Odmar Færø hevur í minst tíggju ár talst millum bestu føroysku verjuspælararnar. Skjótur, sterkur og støðugur er havnamaðurin, og hesum hava B36, KÍ og landsliðið notið ágóðan av. 

Í fjør hevði miðverjin kanska sítt besta ár yvirhøvur. KÍ vann meistaraheitið og rakk allan vegin í søguliga Conference League-bólkaspælið, sum ikki endaði fyrr enn í desember, og føroyska landsliðið spældi harða EM-undankapping.

Hetta merkti samstundis, at 33 ára gamli Odmar Færø mátta spæla meir, enn hann nakrantíð fyrr hevði gjørt. Tá útidysturin ímóti franska felagnum Lille 14. desember var liðugur, hevði miðverjin spælt 39 dystir, og tað var eisini hansara síðsti í langa tíð.

 - Tá eg traðkaði inn, var eg fokuseraður upp á uppgávuna, og dysturin var ikki liðugur, men eg hevði ynskt, at eg kundi givið mær meir far um hana (móttøkuna, red.) og tikið hana til mín. Tí tað vóru nógv, sum nevndu fyri mær aftaná, hvussu fantastiska móttøku eg fekk, segði Odmar Færø.

 - Tað seti eg stóran prís upp á, og eg vænti, at eg verði rørdur, um eg síggi upptøkurnar aftur. Tað var ein fantastisk løta, segði miðverjin.


Odmar Færø í nærdysti fyri Føroyar ímóti Danmark. Landsliðsvenjararnir gleða seg ivaleyst til at stinni miðverjin aftur er tøkur.

 

Harða arbeiðið ikki liðugt

Odmar Færø fekk umleið eitt korter á vøllinum ímóti Differdange, og tað var kanska gott, at tað ikki gjørdist meir, segði miðverjin. 

 - Nú havi eg júst kunnað meldað meg dystarkláran, men 'matchfit' vil eg ikki siga, at eg eri. Eg kann ikki byrja inni, men eg kann loysa eina uppgávu, greiðir Odmar Færø frá.

 - Men eg ætli mær at byggja upp á og koma skjótt í form, og so kann venjarin vónandi meta meg kláran at byrja inni, skuldi eg verið nóg góður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533