Samgongutingmaður vil ikki játta pening til ferjulegu á Syðradali

Samgongutingmaður vil ikki játta pening til ferjulegu á Syðradali
Karlot Hergeirsson í Framsókn vil ikki, at nólsoyingar skulu missa Teistan
Teistin hevur roynst væl á nólsoyarleiðini, og nólsoyingar vilja varðveita hann, sigur Karlot Hergeirsson, tingmaður.
 
17.07.2024 - 13:38

Enn einaferð er politisk ósemja um Strandferðsluna. 

Hesaferð, tí ætlanin er, at seta Teistan í sigling um Kalsoyarfjørð í vetur, og Ternuna um Nólsoyarfjørð. 

 

Karlot Hergeirsson ætlar ikki at atkvøða fyri eykajáttan til tillagingar í ferjuleguni á Syðradali, so Teistin kann leggja at. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Karlot Hergeirson, tingmaður fyri Framsókn, noktar at játta neyðugu pengarnar til at tillaga ferjuleguna í Kalsoynni, so Teistin kann leggja at. Orsøkin er, at nólsoyartingmaðurin vil ikki missa Teistan.

"Eg føli tað órættvíst, og hetta er ikki fyri at seta meg upp ímóti kalsoyingum - men tað følist ógvuliga órættvíst, at tey fáa tað nýggjasta skipið, sum er í flotanum, meðan bíðað verður, til eitt spildurnýtt verður smíðað til teir," skrivar Karlot Hergeirsson í lesarabrævi.

Sí lesarabrævið her.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17072024_SSL

 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392