Danskir tannlæknar mæla til at herða forboðið móti nikotinposum

Danskir tannlæknar mæla til at herða forboðið móti nikotinposum
Fólk millum 18 og 29 ár eiga ikki at sleppa at keypa nikotinposar. Tað sigur danska tannlæknafelagið, nú ein kanning vísir, at tannskaðar standast av snúsi og nikotinposum
Danskir tannlæknar mæla til at herða forboðið móti at keypa nikotinposar, vanliga nevndir snúsposar, so tað eisini fevnir um ung vaksin millum 18 og 29 ár
Mynd: Shutterstock.com  
 
25.07.2024 - 11:13

Forbjóðið ungum millum 18 og 29 ár at brúka nikotinposar.

Tað eru boðini frá danska tannlæknafelagnum, sum í einari kanning hevur staðfest, at nógvir sjúklingar hava stórar tannskaðar orsakað av snúsi og nikotinposum.

Mislittar tenn og oyðilagdar slímhinnur eru millum trupulleikarnar, sum danskir tannlæknar siga seg síggja hjá teimum, sum nýta nikotinposar.

 

Illgruni staðfestur

59 prosent av tannlæknunum siga, at fleiri ella nógvir sjúklingar hava hesar trupulleikar við tonnunum og tannkjøtinum, tí tey nýta nikotinposar ella snús.

Tað sigur forkvinnan í danska tannlæknafelagnum, Susanne Kleist, við danska Kringvarpið.

- Kanningin staðfestir illgrunan, vit høvdu, um, at nýtslan av nikotinposum og snúsi er vaksin við rúkandi ferð.

 

Burdi verið fullkomiliga bannað

Hon vildi helst havt, at nikotinposar vórðu fullkomiliga bannaðir. Men eftirsum tannlæknar serliga síggja trupulleikarnar hjá ungum fólki, mælir hon til, at forboðið verður vent móti teimum.

- Eg vildi fegin, at politikkarar gera tað ólógligt hjá ungum vaksnum, sum ikki eru byrjað at roykja, at byrja at nýta nikotin, sigur forkvinnan við DR.

Við ung vaksin meinar hon tey, sum eru millum 18 og 29 ár.

Tað er  longu bannað hjá ungum, yngri enn 18 ár, at nýta nikotinposar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974