Flogskipararnir hava tað gott

Flogskipararnir hava tað gott
Flogskipararnir, sum vóru í lítla flogfarinum, ið datt niður í havið í ein útsynning úr Qaqortoq í Grønlandi, hava tað gott
Mynd: Arktisk kommando  
 
30.07.2024 - 18:00

Lítla flogfarið var á veg úr Kanada til Narsarsuaq, tá tað um middagsleitið í gjár, grønlendska tíð, sendi út neyðarkall.

Danska verjuskipið Triton var har á leiðini, og skjóttgangandi bjargingarbáturin hjá skipinum var hjá flogfarinum, bara hálvan tíma eftir at neyðarkallið var móttikið.

Flogfarið fleyt tá framvegis í sjónum, og menninir vóru farnir í lítla bjargingarbátin hjá flogfarinum. 

Arktisk kommando hevur almanna kunngjørt myndir av hendingini. 

Tveir flogskiparar vóru teir einastu umborð á flogfarinum. Læknin umborð á Triton kannaði teir, og kundi síðani staðfesta, at báðir menninir høvdu tað gott.

Flogskipararnir eru úr Týsklandi, har flogfarið eisini er skrásett.

Danska skaðanevndin kannar nú orsøkina til, at flogfarið datt niður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053