Macron brúkti 60 mió. kr. meira enn hann hevði á fíggjarkontuni

Macron brúkti 60 mió. kr. meira enn hann hevði á fíggjarkontuni
Orsøkirnar eru dýrir veitsludøgurðar og leigað flogfør, skrivar Reuters tíðindastovan.
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
30.07.2024 - 18:32

Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevði í fjør meira enn 60 milliónir krónur í halli á forseta-fíggjarkontuni.

Orsøkirnar eru dýrir veitsludøgurðar og leigað flogfør, skrivar Reuters tíðindastovan.

Eitt grannskoðarayvirlit yvir útreiðslurnar hjá forsetanum vísir millum annað, at í fjør vóru meira enn hálvfjórða millión brúktar bert til mat, tá Charles Kongur og Kamilla drotning vitjaðu Macron í fjør.

Á matarlepanum vóru millum annað bláur hummari og franskir ostar.

Veitsludøgurði var í Spegilsskálanum á Versailles slottinum.

Eisini ein døgurði á Louvre fyri indiska forsetanum, Modi, kostaði meira enn 3 milliónir krónur.

Harafturat hava grannskoðararnir viðmerkingar um, at Macron forseti brúkar Airbuss A330 flogfør til uttanlandsferðir.

Tey flogførini kosta útivið 200.000 krónur fyri ferðina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858