Klivaløkshagi: Eigararnir fáa leigu fyri lendið í 20 ár

Klivaløkshagi: Eigararnir fáa leigu fyri lendið í 20 ár
Enn ber ikki til at siga, hvussu nógv eigararnar í Klivaløkshagi fara at fáa í leigu fyri lendi um árið. Men teir fáa leigu í 20 ár, staðfestir Elveitingareftirlitið
Soleiðis ímyndar SEV sær, at vindmyllulundin í Klivaløkshaga vestan fyri Sandsbygd fer at síggja út
 
08.08.2024 - 12:33

Hagaeigararnir, ið verða ávirkaði av ætlaðu vindmyllulundini í Klivaløkshaga vestan fyri Sandsbygd, kunnu vænta sær leigu í 20 ár frá elbrúkarunum aftur fyri lendið. 

Tað sigur Ari Johanneson, leiðari hjá Elveitingareftirlitinum. Hann kann tó ikki enn siga, hvussu nógv leigan verður. 

"Leiguprísirnir eru ikki teir somu í ymsu vindmyllulundunum. Tað veldst eitt nú um, hvussu nógv el verður framleitt í økinum, og tí ber enn ikki til at siga, hvussu nógv eigararnir fara at fáa í leigu árliga."  


Ari Johanneson, leiðari á Elveitingareftirlitinum
 

Enn ber heldur ikki til at siga, hvussu nógvir hagar fara at fáa leiguinntøku í Klivaløkshaga.

"Fyrr enn vinnarin av útboðnum í samband við vindmyllulundina í Klivaløkshaga er funnin, ber ikki til at siga júst, hvussu nógvir hagar fara at fáa leiguinntøku í Klivaløkshaga," sigur leiðarin á Elveitingareftirlitinum. 

Umhvørvisstovan hevur lýst eftir umsóknum um loyvi til elframleiðslu úr vindorku í Klivaløkshaga. Lýsingin kom út 15. juli, og freistin at bjóða er 15. januar næsta ár.

Freistin at kæra Umhvørvisárinsmetingina hjá SEV av Klivaløkshaga er annars í morgin. Kærast skal til Umhvørvismálaráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541