- Tíðindi, mentan og ítróttur
SF 2024: Seinastu fyrireikingarnar til jubileumskonsertina í kvøld
Í kvøld fer Summarfestivalurin at hátíðarhalda, at tað eru 20 ár liðin, síðani fyrsti festivalurin var hildin á Vágsbøi í Klaksvík. Hetta verður gjørt við stórfingnari jubileumskonsert, har bæði føroyskir og útlendskir sangarar og tónleikarar luttaka.
Á konsertini verður eitt gott og fjølbroytt úrval av sangum, sum hava verið spældir á Summar Festivalinum ígjøgnum árini, framførdir. Talan verður bæði um einstakar sangir, sum artistarnir sjálvir framføra, og sangir og sirpur, har góðir sangarar tulka heimshitt, sum hava ljómað á Vágsbø.
Millum nøvnini, sum fara at framføra á konsertini, verða Lena Anderssen, Jørgin Dahl, Guðrið Hansdóttir, Ingi Poulsen, Paul Watchorn, Laila Carlsen, Malan Eyðunsdóttir og Karl Martin Samuelsen. Eisini verður okkurt yvirraskilsi.
Konsertin verður á Vágsbøi hóskvøld klokkan 22.
Seinastu venjingarnar til konsertina hava verið seinastu dagarnar.