RFF: Ongin fyrimunur við at lækka aldursmarkið fyri koyrikort

RFF: Ongin fyrimunur við at lækka aldursmarkið fyri koyrikort
Tað kann vera stórur munur á at vera 17 ár og 18 ár, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, sum heldur, at vit eiga at vera sera varin við at lækka aldursmarkið fyri at fáa koyrikort
Lovisa Petersen Glerfoss er stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd
 
01.09.2024 - 14:18

- Tú fær meg ikki at siga, at tað er nakar fyrimunur við at lækka aldursmarkið fyri at fáa koyrikort niður í 17 ár. 

Tað sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd, nú løgtingskvinnan Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni, ein fyrispurning, um hann hevur ætlanir um at lækka aldursmarkið niður í 17 ár, sum tað er í til dømis Danmark.

- Tað kann vera stórur munur á at vera 17 ár og 18 ár. Tí eiga vit at vera sera varin við at lækka aldursmarkið, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.

Í Danmark varð lógin broytt í 2017 soleiðis, at ein kann fáa koyrikort, tá ein fyllir 17 ár. Tó fylgir tann treytin við, at inntil viðkomandi er blivin 18 ár, skal hann ella hon hava ein "fylgjara" við í bilinum.

Hesin fylgjarin skal vera í minsta lagi 30 ár og skal hava havt koyrikort í í minsta lagi 10 ár, og skal heldur ikki hava fingið koyrikortið frádømt hetta tíðarskeiðið.

Og tað eru hesar treytirnar, sum danir nú umhugsa at taka burtur.

 

Hoyrið samrøðu við Lovisu Petersen Glerfoss her:

Lovisa_koyrikort_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846