ÍF venjarin: Kann vænta sær revsing fyri korruptiónsákæru

ÍF venjarin: Kann vænta sær revsing fyri korruptiónsákæru
ÍF-venjarin, Ólavur Larsen, kann væntað sær leikbann ella aðra revsing fyri at kalla Fótbóltssamband Føroya "botnkorrupt" á sosiala miðlinum Facebook.
 
06.10.2024 - 14:44

ÍF-venjarin, Ólavur Larsen, kann rokna við at fáa leikbann ella aðra revsing fyri at kalla Fótbóltssamband Føroya "botnkorrupt" á Facebook, skrivar portal.fo.

FSF-forsetin, Christian Andreasen, sigur við netmiðilin, at FSF ikki kann góðtaka slíkar ærumeiðandi útsagnir, og fer at leggja málið um útsagnirnar hjá ÍF-venjaranum fyri Kappingarnevndina.

Christian Andreasen vísir til grein 11 "vegleiðng um leikbann" í kappingarreglunum, har tað stendur, at:

 - Leikarar ella aðrir álitispersónar í felagnum, sum alment sáa iva um gegni dómarans, mótstøðuliðið ella onnur í sambandi við dyst ella venjing, verða revsaði við leikbanni ella burturvísing minst 3 dystir. Um talan er um serliga grovt brot, kann talan gerast um enn longri leikbann ella burturvísing.

 

Ónøgdur við handfaringina av botndysti

Tað er handfaringin hjá FSF av botndystinum millum ÍF og B68 leygardagin 28. september, sum gjørdi, at venjarin hjá ÍF fanst hvassliga at FSF.

Tá minni enn tveir minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini, steðgaði dómarin dystinum, tí ein áskoðari brádliga small og sá út til at vera uttan vit. Støðan var tá 3-1 til B68, og lítla løtu seinni blásti dómarin dystin av. 

Kappingarnevndin gjørdi seinni av, at tað, sum eftir var av dystinum, skuldi spælast týsdagin eftir. Hetta var Ólavur Larsen ónøgdur við, tí vanligt er, at dystir, sum verða blástir av, skulu spælast av nýggjum.

Í kappingarreglunum hjá FSF stendur, at "ein slitin dystur verður leiktur umaftur, um ikki kappingarreglurnar tilskila annað", men Fótbóltssambandið vísti til altjóða reglurnar hjá IFAB, sum leggja afturat, at hetta er galdandi, um ikki kappingarreglur ella fyriskiparar gera annað av.

 

Tekur fegin eitt leikbann

Ólavur Larsen sigur við Portal.fo, at hann tekur fegin eitt leikbann av hesum.

ÍF-venjarin ásannar, at hann kanska ikki átti at skrivað "botnkorrupt" á almennum palli, men heldur fast við, at málið ikki er rætt handfarið og at tað sum heild væntar gjøgnuskygni í FSF.

3-1 tapið ímóti B68 steðfesti niðurflytingina hjá ÍF úr Betri-deildini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391