Samstarva við Ríkissjúkrahúsið um skurðviðgerðir á video

Samstarva við Ríkissjúkrahúsið um skurðviðgerðir á video
Smartbrillur gera, at fleiri læknar verða førir fyri at gera skurðviðgerðir í sambandi við bløðingar í heilanum
Nýggja tøknin við smartbrillum verður tikin í nýtsla á Landssjúkrahúsinum næsta ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.10.2024 - 10:01

Fleiri skurðlæknar skulu verða førir fyri at gera skurðviðgerðir í sambandi við bløðingar í heilanum, sum eru komnar av skaða í høvdinum.

Hetta verður møguligt við sonevndum smartbrillum, sum Landssjúkrahúsið fer at brúka næsta ár.

Skurðlæknin á Landssjúkrahúsinum letur seg í smartbrillurnar, sum eru útgjørdar við videotóli og mikrofon.


Elinborg Mortensen.

 

Á telduskíggja ella snildfon kann lækni á Ríkissjúkrahúsinum síggja og hoyra tað, sum fer fram á skurðstovuni í Føroyum, og vegleiða og hjálpa við skurðviðgerðini. 

- Hóast smartbrillurnar eru nýggjar í føroyska sjúkrahúsverkinum, kunnu sjúklingar vera tryggir við at fara undir knívin, tá hesar brillurnar verða brúktar, sigur Elinborg Mortensen, leiðandi yvirlækni á

Landssjúkrahúsinum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17202024_Skurdvidgerdir

 

 

 

 

T

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541