Einki uppskot kom frá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Einki uppskot kom frá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag
Nú freistin at stilla upp er farin, er greitt, at Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen fara at kappast um forfólkasessin í Tjóðveldi
Høgni í Stórustovu er formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi.
 
30.10.2024 - 13:08

Øll økisfeløgini uttan Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag høvdu hvør sítt uppskot um, hvør frameftir skal standa á odda fyri Tjóðveldi, eftir at Høgni Hoydal fríggjakvøldið boðaði frá, at hann legði frá sær sum floksformaður.

Tá freistin fór á midnátt, var greitt, at Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen eru í uppskoti til at gerast næsta forkvinna í Tjóðveldi, meðan eittans uppskot um nýtt næstforfólk er komið - tað er virkandi næstforkvinnan, Hervør Pálsdóttir.

Høgni í Stórustovu er formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi:

 

30102024_Hogni_Storustovu

 

Bjørt Samuelsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sirið Stenberg.

 

Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg eru báðar staddar í Reykjavík og hava ikki verið tøkar at gera samrøðu enn.

Vit hava eisini roynt at fáa fatur á virkandi formanninum í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, Róar Akralíð, men hann svarar ikki telefonini.

Vit ætlaðu at spyrja hann, hví felagið einki valevni stillaði upp.

Leygardagin kl 12.00 verður eykafloksting á Hotel Føroyum við einans tveimum evnum á skránni:  Val av forfólki og val av næstforfólki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595