Grønlendska landsstýrið lænir tríggjar milliardir til vatnorkuverk

Grønlendska landsstýrið lænir tríggjar milliardir til vatnorkuverk
Vatnorkuverkið skal tryggja høvuðsstaðnum Nuuk nóg nógvan streym. Danski ríkiskassin veðheldur fyri láninum
Verandi vatnorkuverk í Buskefjørðinum er frá 1993.
Mynd: KNR  
 
07.11.2024 - 15:13

Landsstýrið í Grønlandi fer at læna umleið tríggjar milliardir krónur til at byggja út vatnorkuverkið í Utoqqarmiut Kangerluarsunnguat - eisini nevndur Buksefjørðurin - sum veitir streym til høvuðsstaðin Nuuk.

Tað serliga við láninum er, at pengarnir verða læntir við veðhaldi úr danska ríkiskassanum.

Ítøkiliga skal danski staturin veita trygd fyri 95 prosentum av prísinum fyri orkuverkið, sum NunaGreen Construction skal byggja.

Avtalan um lánið - við ríkisveðhaldi úr Danmark - varð undirskrivað av Nikolai Wammen, fíggjarmálaráðharra, og Erik Jensen, landsstýrismanni í fíggjar- og skattamálum, 25. oktober.

Verandi orkuverk í Kangerluarsunnguat er frá 1993, og er nú blivið ov lítið til at tryggja orkunýtsluna í Nuuk. Nýggja verkið, sum skal byggjast í tíðarskeiðnum frá 2026 til 2032, skal nøkta tørvin næstu mongu árini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949