Mótmælistiltak við ferjuleguna í Nólsoy endar nú rættinum

Mótmælistiltak við ferjuleguna í Nólsoy endar nú rættinum
Fimm menn eru ákærdir fyri at bróta revsilógina
Nólsoyingar mótmæltu, at Ternan enn einaferð var tikin úr sigling, tí hon skuldi avloysa Teistan.
 
05.12.2024 - 08:34

Føroya rættur hevur sett av tríggar dagar í næstu viku til málið móti fimm monnum, sum eru ákærdir fyri, sum tað eitur í rættarlistanum: "grov forstyrrelse af den offentlige orden."

Teir eru ákærdir fyri at bróta revsilógina.

Tað var, tá nólsoyingar 1. september 2019 skipaðu fyri einum mótmælistiltaki við ferjuleguna hjá Ternuni í Nólsoy.

 

Ferðafólk sluppu hvørki í land ella umborð.

 

Innsiglingin stongd

Millum annað bleiv innsiglingin til ferjuleguna sperrað, so Ternan ikki fekk farið nakran veg. 

Nólsoyingar vóru misnøgdir við, at Ternan enn einaferð var tikin úr siglingini um Nólsoyarfjørð, tí hon skuldi avloysa Teistan.

Tá Ternan kom til Nólsoyar seinnapartin 1. september, lá hon har í nógvar tímar, so ferðafólk sluppu hvørki í land ella umborð. 

Løgreglan var boðsend.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207