Nú er klárt at yvirtaka Íleggingargrunnin

Nú er klárt at yvirtaka Íleggingargrunnin
Góðar 650 mió. kr. eru í grunninum, sum kom í 1964
Tá Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, høvdu skrivað undir avtaluna um at yvirtaka Íleggingargrunnin.
 
13.12.2024 - 09:24

Nú er klárt at yvirtaka Íleggingargrunnin á nýggjárinum.

Lógin um tað er lýst, og hon kemur í gildi 1. januar.

Landsstýrið og danska stjórnin samtyktu í januar, at Føroyar skulu yvirtaka Íleggingargrunnin.

Góðar 650 mió. kr. eru í grunninum, sum kom í 1964.

 

Statskassin hevur goldið

Statskassin hevur goldið pengarnar, sum grunnurin hevur fingið.

Síðani 1976 hevur landsstýrið gjørt av, hvør er í nevndini fyri grunnin, og landsstýrið hevur eisini síðani 1976 ásett reglurnar um grunnin. 

Íleggingargrunnurin hevur millum annað fíggjað útbyggingar hjá SEV, brúnna um Streymin, tunlar og flogfør hjá Atlantic Airways. 

Eisini var partur av fænum í grunninum nýttur til at útbyggja flogvøllin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542