Tvey sovið í brummuni

Tvey sovið í brummuni
Í einum føri varð ein maður tosaður til rættis, men í tveimum førum vórðu ávikavist ein maður og ein kvinna tikin á politistøðina og koyrd í brummuna at sova rúsin út
 
15.12.2024 - 10:23

- Í nátt vóru tað nøkur fólk, sum ikki dugdu sær hógv, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Í gjárkvøldið fór politiið á eitt gistingarhús, tí ein maður var ólátaður har. Tað bleiv tosað við mannin, sum fekk boð um at fara av staðnum.

Tvey onnur fólk vórðu tikin við á støðina, tí tey vóru ólátað. Fyrst dugdi ein maður sær ikki hógv í Klubbagarðinum, og tá tað ikki bar til hjá politiinum at tosa mannin til rættis, bleiv hann tikin við á støðina.

Seinni var ein kvinna so mikið ólátað móti politiinum, at hon bleiv eisini tikin við á støðina.

- Tey bæði sleppa at liggja eina løtu aftrat, sigur vakthavandi, og tá tey vakna, so fáa tey eina bót upp á 1.500 krónur í part.

Koyrikort upp á spæl
Í gjár fekk ein bilførari í Klaksvík bót, tí at eitt barn í bilinum ikki sat íbundið, og ein annar bilførari í Klaksvík fekk bót fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi bil.

Millum Fjarða í Eysturoynni fekk ein bilførari 2.500 krónur í bót, tí hann varð tikin fyri at koyra 115 km/t, har mest loyvda ferð er 80 km/t. Bilførarin missur koyrikortið treytað og má upp til nýggja koyriroynd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302