Atlantsflog: Gongur væl at fáa teir 5500 útisetarnir heim til jóla

Atlantsflog: Gongur væl at fáa teir 5500 útisetarnir heim til jóla
- Veðrið er við okkum, og sum tað sær út beint nú, so vænta vit, at øll flogfør koma til tíðina, sigur Einar Kallsberg, leiðandi ferðslusamskipari í Atlantsflogi
Omman, systurin og mamman er glað fyri at hava fingið Solveig Ripley, ið gongur á eftirskúla í Danmark, heim til jóla í øllum góðum
Mynd: Kristianna Klein  
 
20.12.2024 - 16:54

Tað merkist á flogvøllinum, har nógv eru møtt upp fyri at taka ímóti børnum, ommu- og abbabørnum og systkjum.

5500 útisetar koma heima til jóla. 15 eykaflogfør eru sett inn, og øll eru tey fullmannað. Jólaferðslan sær lovandi út hjá Vága floghavn. 

"Veðrið er við okkum, og sum tað sær út beint nú, so vænta vit, at øll flogfør koma til tíðina," sigur Einar Kallsberg, leiðandi ferðslusamskipari í Atlantsflogi.

 

Mamman stúrin um veðrið

Spennandi er at fáa tey kæru heim til jóla. 

Millum hesi eru Sára Ritley, Katrin Joesen, og lítla Maria, sum gleðast um at fáa dóttrini, ommudóttrini og stórasystrini, Solveig, heim til jóla. 

Solveig Ripley gongur á eftirskúla niðri, og tær hava ikki sæð hana síðani heystferiuna.

Mamman hevur verið nakað stúrin um, hvussu veðrið fór at blíva, nú dótturin skuldi flúgva heim.


Fýra ára gamla Maria er sera fegin um at hava fingið stórusystrina Solveig heim til jóla 

 

15 fleiri flogfør sett inn

Men sambært Einari Kallsberg, leiðandi ferðslusamskipari í Atlantsflogi, er einki at stúra fyri í løtuni. 

"Tað gongur gott, og veðrið hevur verið við okkum, hóast tað er leingi til mánadagin."

Einar Kallsberg ásannar, at tað er rokaligt, men tað gongur við góðum samstarvi. 

Síðsti túrurin er 23. desember er klokkan 13.40, so hava tey á Vága floghavn jólafrí. 

 

GEVIÐ GÆTUR, AT EINAR KALLSBERG, IÐ ER VIÐ Í INNSLAGNUM, ER LEIÐANDI FERÐSLUSAMSKIPARI Í ATLANTSFLOGI. 

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109