VIKUKJAKIÐ: Spent, spennandi og ruðuleikakend støða

VIKUKJAKIÐ: Spent, spennandi og ruðuleikakend støða
Hans Andrias Sølvará, Marjun í Kálvalíð og Regin Berg viðgera vikuni, ið fer
 
18.01.2025 - 12:21

Tríggjar vikur eru farnar afturum av nýggja árinum, men tað er hent nógv á altjóða, politiska pallinum. Stórir uttanríkispolitiskir- og hernaðarspurningar og orrustir eru komnir heilt tætt at okkum - ja, Føroyar liggja mitt í rokanum politiskt og landafrøðiligt.

Spenta støðan í heiminum, USA, Grønland og ríkisfelagsskapurin hava sett dagsskránna í heimspressuni, og eftir samrøðu millum Donald Trump, komandi forseti í USA og Mette Frederiksen forsætisráðharri í Danmark, tykist tað ikki til, at Trump hevur slept tankanum um at fáa størri ræðisrætt á Grønlandi. 

Múte B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, vil tó ikki lata seg hótta, og segði hósdagin við amerikanska miðilin Fox news, enn einaferð, at; Grønland ikki er til sølu, og at tað eru grønlendingar, sum sjálvir skulu avgerða framíðina hjá Grønlandi. 

Kjakið um sjálvræði heldur áfram í Grønlandi. Múte B. Egede hevur verið sera greiður um, at verandi ríkisfelagsskapur skal broytast. Hesum hevur Mette Frederiksen tikið undir við. Men lutfalsliga lítið hevur verið at hoyrt um, hvussu føroyskir politikarar síggja framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum og samstarvið við Danmark. Nøkur lesarabrøv hava tó verið, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði í útvarpstíðindunum mikudagin, at hann hevur biðið fyrisitingina kallað forfólkini í teimum ymsu flokkunum á fund um, hvussu ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum skal vera í framtíðin, so løgtingið kann finna eina breiða semju um hetta. 

Vikjakið snýr seg tí hesu ferð um ríkisfelagsskapin, og vit spyrja, hvat føroyski politikararnir eiga at gera í hesi spentu støðuni, og hvussu sambandið millum Føroyar og Danmark skal síggja út í framtíðini?

Vit hyggja eisini at altjóða trygdarstøðuni, nú Donald Trump hóttir við handilsbanni mótvegis Danmark, og nú Føroyar verða umrøddar í eitt nú russiskum miðlum. Og so spyrja vit eisini, um føroyingar yvir 60 ár, eins og danir, skulu hava rætt til at frávelja upplívgan, um ein fær hjartasteðg.

Í vikupanelinum hesa vikuna eru: Hans Andrias Sølvará, professari í søgu og útbúgvingarleiðari á Setrinum, Marjun í Kálvalíð, prestur og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur.

 

Lurtið eftir vikukjakinum her

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Fríggjadag 18. juli
Morgunlestur fríggjadagur 18.juli 2025
194089
Hósdag 17. juli
Morgunlestur hósdagur 17.juli 2025
194088
Mikudag 16. juli
Vit nerta við vaksin og skermar
194561
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514