Eldur í ovni í Klaksvík

Eldur í ovni í Klaksvík
Um nátturðatíð í gjárkvøldið fekk politiið fráboðan um, at eldur møguliga var í einum húsi í Klaksvík.
 
25.01.2025 - 11:30

Bæði politi og sløkkilið fóru á staðið, og tað vísti seg, at eldur var í ovninum á einum komfýri, og hann varð so sløktur.

Í Havn fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið, tá politiið fyrrapartin í gjár gjørdi ferðmátingar har.

Mátingarnar vóru á vegnum út á Norðasta Horn, har mest loyvda ferð er 60 km/t, og á hesum teini varð ein bilur mátaður til 80 og ein til 81 km/t.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065