Bjørn Kunoy og Sjúrður Rasmussen umboða Føroyar í grein 6-nevndini

Bjørn Kunoy og Sjúrður Rasmussen umboða Føroyar í grein 6-nevndini
Jens Peter Christensen, hægstarættarforseti, verður formaður í nevndini
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, tá ið tey fyrr í mánaðinum skrivaðu undir áheitanina á Hægstarætt um at seta grein 6-nevndina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
29.01.2025 - 13:10

Grein 6-nevndin, sum skal greiða spurningin, um stjórnarskipanarliga støða Føroya loyvir Føroyum at gerast sjálvstøðugur limur í Heimshandilsfelagsskapinum WTO, er nú sett. 

Tað boða bæði landsstýrið og forsætismálaráðið frá í tíðindaskrivum.

Umboðini, sum landsstýrið hevur valt, eru Bjørn Kunoy, føroyskur sendimaður í Washington, og Sjúrður Rasmussen, serligur løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni.

Umboðini hjá donsku stjórnini eru Vibeke Pasternak Jørgensen, stjóri fyri løgfrøðiligu tænastuna í donska uttanríkisráðnum, og Anders Sparholt Jørgensen, deildarleiðari í løgmálaráðnum. 

 

Jens Peter Christensen, hægstarættarforseti, verður formaður í grein 6-nevndini. (Mynd: Altinget.dk)

 

Hægstirættur hevur valt Jens Peter Christensen, hægstarættarforseta, sum eisini verður formaður, og hægstarættardómararnar, Lars Hjortnæs og Jens Kruse Mikkelsen.

Nevndin, sum løgmaður og forsætisráðharrin hava heitt á Hægstarætt um at seta, skal taka støðu til sjálvstøðugan føroyskan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum, WTO.

Serliga nevndin verður sett eftir grein 6 í heimastýrislógini. Hetta er fyrstu ferð, at henda lógarheimild verður brúkt.

Føroyar hava leingi viljað fingið sjálvstøðugan limaskap í WTO, men løgfrøðingar í danska løgmálaráðnum hava sagt, at slíkur limaskapur er í stríð við grundlógina.

 

Stutt um føroysku limirnar
Bjørn Kunoy
Bjørn Kunoy er sendimaður Føroya í Washington. Síðani 2007 hevur hann verið løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni. Hann er professari í altjóða rætti á Fróðskaparsetur Føroya og adjunkeraður professari á Georgetown University, Washington DC. Bjørn Kunoy var formaður í dansk-føroyska embætisbólkinum, sum í 2021 kannaði møguleikarnar fyri føroyskum WTO limaskapi. Bjørn Kunoy er doctor juris fra Université Paris Ouest Nanterre (2013); LLM í evropeiskum rætti frá Europakolleginum í Brugge (2005) og hevur franskt løgfrøðiligt embætisprógv frá Université Ouest Nanterre (2004).
Sjúrður Rasmussen
Sjúrður Rasmussen hevur síðani 2004 verið serligur løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, har hann ráðgevur landsstýrinum í stýrisskipanarviðurskiftum og løgfrøðiligu viðurskiftunum við Danmark. Hann var í 1993 limur og skrivari í arbeiðsbólkinum, ið  gjørdi uppskot til endurskoðaða føroyska stýrisskipanarlóg, og var í 2004 við í føroysku sendinevndini, sum samráddist við donsku stjórnina um lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera. Sjúrður Rasmussen hevur lokið løgfrøðiligt embætisprógv frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn í 1982.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345