Fátækari sum tjóð, um vit ikki varðveita dansin

Fátækari sum tjóð, um vit ikki varðveita dansin
Kvæðastevna er í Norðurlandahúsinum í hesum døgum
1.200 næmingar eru teknaðir til kvæðastevnuna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.02.2025 - 14:23

- Vit vera fátækari sum tjóð, um vit ikki varðveita føroyska dansin.

Tað sigur ein av fyriskiparunum av "Kvæðastevnuni fyri skúlabørn," sum er í Norðurlandahúsinum í hesum døgum. 

Í ár er triðja árið, stevnan er á skránni, men fyrsta árið, síðani námsætlanin um føroyskan dans kom í gildi.

Kvæðini og vísan, arbeitt verður við á kvæðastevnuni, eru Sigmundskvæði yngra, Harpuríma og Sinklars vísa.

Námsfrøðiligt undirvísingartilfar verður nýtt, men næmingarnir læra eisini dansispøl og fara upp á gólv. 

Í ár eru 1.200 næmingar teknaðir til stevnuna. 

Elin Maria Olsen er ein av fyriskiparunum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05022025_Barnadansur

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

 


  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028