300 fleiri fingu A-skattaða løn í januar

300 fleiri fingu A-skattaða løn í januar
Fyrsta mánaðin í ár vóru knappliga 14.900 menn og góðar 14.400 kvinnur í hópinum, sum fekk A-skattaða løn
14.400 kvinnur fingu A-skattaða løn í januar.
Mynd: Hagstovan  
 
20.02.2025 - 08:10

29.312 fólk fingu A-skattaða løn í januar.

Tað eru eitt prosent, góð 300 fólk fleiri, enn í januar í fjør.

Talið á fólki uttan bústaðartilknýti er ikki vaksið eins nógv og undanfarin ár.

Í januar vóru knappliga 14.900 menn og góðar 14.400 kvinnur í hópinum, sum fekk A-skattaða løn, skrivar Hagstovan.

Vøksturin hjá monnum er dupult so stórur sum hjá kvinnunum.

Kvinnur, sum arbeiða undir almennum ræði, tað er í almennum stovni ella hjá almennum partafelagi, gerast alsamt fleiri, skrivar Hagstovan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028