Bústaðir fáa longu avlop í ár

Bústaðir fáa longu avlop í ár
Almenna bústaðafelagið hevur spart fýra milliónir lønarútreiðslum og tvær milliónir í umsiting
Bústaðir byggja íbúðir við Dalavegin í Havn. 87 íbúðir koma aftrat í ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.02.2025 - 08:07

Ein framskriving hjá Bústøðum, hon er fyri árini 2024 til 2034, sigur, at Bústaðir longu í ár fáa seks milliónir í avlopi. Og avlopið verður 10,7 milliónir í 2034. 

Tað hevur fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita.

Bústaðir táttaðu í fíggjarliga í fjør.

Bústaðir siga, at fýra milliónir eru spardar í lønarútreiðslum og tvær milliónir í umsiting.

Les meira her. 

 

Væntaðu yvirskot í 2028

Bústaðir væntaðu annars at fáa yvirskot í 2028 sambært rakstrarætlanini við framskrivingum árini 2023 til 2033, sum grannskoðaravirkið Januar gjørdi.

Og í 2033 verður avlopið komið upp í 4,25 mió. kr. sambært teirri ætlanini.

Tá árið 2024 endaði, høvdu Bústaðir 555 leigumál í sjey oyggjum og 18 býum og bygdum. 87 koma aftrat í ár.

2.000 fólk eru virkin á bíðilista.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846