Danmark og Finnland gjørt verjusamstarvsavtalu

Danmark og Finnland gjørt verjusamstarvsavtalu
Londini eru eisini samd um at kanna møguleikarnar fyri saman at keypa hernaðarútgerð
Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
05.03.2025 - 09:07

Danmark og Finnland skrivaðu í gjár undir verjusamstarvsavtalu, sum skal styrkja norðurlendsku verjuna í Eystrasalti.

Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, og finski starvsbróðir hansara, Antti Häkkänen, skrivaðu undir avtaluna, sum snýr seg um tættari verjusamstarv í Eystrasalti, um NATO-venjingar og um útbúgving, um at læna manning og felags venjing í sambandi við F-35 stríðsflogfør.

Finska verjan fer í næstum at fáa F-35 flogfør av sama slag, sum danska verjan longu hevur.

Harumframt eru Danmark og Finnland eisini samd um at kanna møguleikarnar fyri saman at keypa hernaðarútgerð.

- Vit liva í eini ótryggari tíð við kríggi á evropiskari jørð, og her er samanhaldið í Norðurlondum sera týdningarmikið, sigur Troels Lund Poulsen við DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595