Lea Eyðbjørg skal spæla á Roskilde festivalinum

Lea Eyðbjørg skal spæla á Roskilde festivalinum
Nú er greitt, at føroyskt-danska Lea Eyðbjørg Janusardóttir Trúgvason skal spæla á Roskilde festivalinum í sambandi við upphitingina, ið nú eitur First Days
 
25.03.2025 - 14:14

"Tað kennist fullkomiliga fantastiskt," staðfestir Lea Eyðbjørg Janusardóttir Trúgvason fegin. 

Unga føroyskt-danska-tónlistakvinnan, ið støðugt vinnur seg fram á danska tónleikapallinum, hevur nú fingið møguleikan at spæla til First Days á Roskilde Festivalinum

"Tað er sera óvæntað, tí eg eri so nýggj í tónleikavinnuni. At síggja mítt navn saman við øllum teimum nógv størri og meira viðurkendu nøvnunum á skránni er óveruligt."

 

Roskilde hevur risastóran týdning

Lea Eyðbjørg er dóttir Janus Trúgvason, ið flest føroyingar kenna frá bólkinum Safir.

Hon spælir inniligan singer-songwriter-tónleik, ið kanska ikki er beinleiðis gjørdur til stórar festivalkonsertir. 

"Eg eri sjálvandi ekkafull um, hvørt eg eri klár at spæla eina so stóra konsert, men tað má eg vera, tá eg havi fingið tað boðið."

 

Unga tónlistakvinnan væntar, at tað kann fáa risastóran týdning fyri hennara tónlistarligu yrkisleið, at sleppa at spæla á Roskilde festivalinum. 

"Tað er risastórt fyri meg og í mínum hugaheimi ein staðfesting av, at eg havi tað, ið skal til, fyri at fáa eina yrkisleið innan tónleikin. Tað finst ikki størri pallur í Danmark ella í øllum Norðurlondum enn Roskilde festivalurin. 

 

Ynskir at sleppa til Føroya

Lea Eyðbjørg gleðir seg nógv til at sleppa at spæla á Roskilde, ið hon vónar fer at bera nógvar møguleikar við sær. 

"Roskilde festivalurin er tann størsta lopfjølin, ið mann kann ynskja sær á síni tónleikayrkisleið. Og at tað longu nú er fallið mær í lut, kennist óveruligt. Eg havi sagt ja, og so vóni eg, at framførslan verður viðvirkandi til, at eg sleppi út at spæla nógvar konsertir aftaná," sigur Lea Eyðbjørg Janusardóttir Trúgvason, sum eisini gjarna vil sleppa til Føroya at spæla konsertir. 

 

Les eisini: Óskrivaða føroyska blaðið á danska tónleikapallinum

 

 

Meira fæst at vita um Roskilde festivalin HER.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523