Nú kunnu fleiri kannast fyri lívmóðurhálskrabba

Nú kunnu fleiri kannast fyri lívmóðurhálskrabba
Heilsuverkið fer nú at bjóða screening fyri lívmóðurhálskrabba til uppaftur fleiri kvinnur
 
10.04.2025 - 19:16

1. mai verður tilboðið um fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba víðkað til aldurin 23 til 64 ár.

Í dag er aldursbólkurin 25 til 64 ár.

Talan er um tveir kanningarhættir. Kvinnur, sum eru millum 23 og 29 ár fáa bjóðað cytologi-screening triðja hvørt ár, meðan bólkurin 30 til 64 ár fær bjóðað HPV-screening fimta hvørt ár.

Cytologisk kanning merkir, at kyknurnar frá lívmóðurhálsinum verða kannaðar við eini sjóneyku, ella mikroskopi.

Við broytingini verður tilmælið 17 í krabbameinsætlanini frá 2022 raðfest, skrivar Sjúkrahúsverkið í tíðindaskrivi.

Í Føroyum hava kvinnur fingið bjóðað screening fyri lívmóðurhálskrabba síðan 1995.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980