Undrast á at føroysk og grønlendsk umboð leggja seg út í danskan politikk

Undrast á at føroysk og grønlendsk umboð leggja seg út í danskan politikk
Ætlanin var at reisa misálit, men Sjúrður Skaale, Anna Falkenberg og Aaja Chemnitz hava framvegis álit á danska ráðharranum í veðurlagsmálum, Lars Aagaard
Sjúrður Skaale, Anna Falkenberg og Aja Chemniz, fólkatingslimir, hava framvegis á álit á danska veðurlagsmálaráðharranum.
 
10.04.2025 - 13:32

(Dagføring kl. 14:53)

Andstøðan í Danmark fer nú alíkavæl at leggja fram misálit á Lars Aagaard, veðurlagsráðharra, skrivar DR.

Tað undrar bæði politiskar viðmerkjarar og politikarar í Danmark, at føroysk og grønlendsk fólkatingsumboð leggja seg út í danskan innanríkispolitikk.

Andstøðan í fólkatinginum arbeiddi við møguleikanum at leggja fram uppskot um misálit á Lars Aagaard, ráðharra í veðurlagsmálum, eftir at hann tilvitað hevur hildið aftur upplýsingar í sambandi við grøna orkuskiftið í Danmark.

 

Lars Aagaard. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Men føroysku fólkatingslimirnir, Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg,  hava saman við grønlendska fólkatingsliminum, Aaju Chemnitz, í tíðindaskrivi boðað frá, at tey stuðla Lars Aagaard í hesum málinum, og sostatt verður ikki meiriluti fyri misáliti á ráðharran.

Málið hevur elvt til bæði undan og atfinningar í fólkatinginum, tí tað er ikki vanligt, at norðuratlantisku umboðini leggja seg beinleiðis út í donsk viðurskifti.

 

Bent Winther. (Mynd: Berlingske)

 

Bent Winther, politiskur viðmerkjari hjá Berlingske, sigur við DR, at danska stjórnin hevur ikki longur beinleiðis meiriluta í innanríkismálum, og tí verða óvanlig stig tikin í valdsstríðnum millum stjórnina og andstøðuna.

 

Torsten Gejl. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Torsten Gejl, framsøgufólk hjá Alternativet í veðurlagsmálum, sigur við DR, at hann heldur tað vera óhóskandi uppílegging í danskan innanríkispolitikk.

Hoyr innslag í í útvarpstíðindunum: 

 

10042025_Danskur_radharri

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959