Lítil og eingin sild at síggja norðast í føroyskum sjógvi

Lítil og eingin sild at síggja norðast í føroyskum sjógvi
Lanningar av sildini í føroyskum sjóøki fyri ICES vísa, at lítil og eingin sild var norðast í føroyskum sjógvi. Størsta sildin var vestast í kanningarøkinum, skrivar Havstovan
Mynd: Shutterstock.com  
 
14.05.2025 - 10:19

Lítil og eingin sild var at síggja norðast í føroyskum sjógvi og vestur móti Íslandi. 

Nakað var at síggja í altjóða økinum norðanfyri.

Meira enn helvtin av sildini var úr 2016-árganginum.

 

Størsta sildin stóð vestast

Størsta sildin var vestast í kanningarøkinum, skrivar Havstovan.

Tað eru høvuðsúrslitini í sildakanningum norðanfyri.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning hjá ICES, har Føroyar eru við saman við Noregi, Íslandi, Bretlandi og Danmark.

Jákup Sverri var við fyri Føroyar.

 

Svarkjaftur at fáa í heitari øki

Svartkjaftur var bara at fáa eystast í kanningarøkinum, har sjógvurin er heitari. 

Tað mesta var trý og fýra ára gamal.

Endaligu úrslitini koma, tá tølini frá øllum skipunum, sum vóru við, eru tøk.

Tað verður um hálvan juni, skrivar Hagstovan.

 

Sí eisini: Sildakanningin norðanfyri, Havstovan
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809