Russland vil hava sigur og ikki semju

Russland vil hava sigur og ikki semju
Fyrrverandi russiski forsetin og forsætisráðharrin, Medvedev, lovar, at Russland fer at svara ukrainsku dronuálopunum um vikuskiftið aftur
Dmitri Medvedev er næstformaður í russiska trygdarráðnum.
 
03.06.2025 - 13:05

Næstformaðurin í trygdarráðnum í Russlandi, Dmitri Medvedev, sigur, at Russland vil hava sigur, ikki semjur, í friðartingingunum við Ukraina.

- Samráðingarnar í Istanbul hava ikki verið hildnar fyri at fáa semju um frið við nyttuleysum treytum hjá øðrum, men fyri at tryggja okkum skjótan sigur og fullkomna oyðilegging av nýnazistisku stjórnini, sigur Medvedev á miðlinum Telegram.

Hann lovar samstundis, at Russland fer at svara aftur ukrainsku dronuálopunum um vikuskiftið.

- Hetta verður hevnt, sigur Medvedev.

Medvedev var forseti í Russlandi frá 2008 til 2012 og tók síðani við sum forsætisráðharri, og var tað fram til 2020.

 

Dmitri Peskov

 

Eingin loysn í væntu

Talsfólkið hjá Vladimir Putin, forseta, Dmitri Peskov, væntar ikki, at nøkur loysn verður funnin á krígnum í Ukraina, og einki framstig verður heldur í næstum.

Hann sigur, at tað er lítið sannlíkt, at Putin í næstum fer at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, og amerianska forsetan, Donald Trump. 

Ukraina og Russland høvdu beinleiðis fundir á lægri stigi í Istanbul í gjár.

Zelenskyj skrivar á Telegramm í dag, at hann er ti lreiðar at taka stig fyri at enda kríggið, og heitir á Putin um at geva sendinevndini heimild til at taka slík stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155