Grindabýti vísir á størri sosialan ójavna í Føroyum enn í Norra í miðøldini

Grindabýti vísir á størri sosialan ójavna í Føroyum enn í Norra í miðøldini
Føroyingar bóðu longu í 1298 norska kongsvaldið um at játta sær frávik frá ásetingunum í Landslógini um, hvussu hvalur skuldi býtast
Mynd: "Grindadráp" (1942) Sámal Joensen-Mikines. Ánari: Vejle museum  
 
02.07.2025 - 20:00

Skrivað og lisið: 
Andras Mortensen, Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

1713942

 

Føroyingar hava helst allar tíðir dripið grind.  

Hetta sæst millum annað í Seyðabrævinum frá 1298, har tað sæst, at føroyingar høvdu biðið tað norska kongsvaldið um at játta sær frávik frá ásetingunum í Landslógini um, hvussu hvalur skuldi býtast.  

Landslógin frá 1274 varð samtykt av altinginum í Føroyum fyri 1280, og við henni vóru Føroyar skipaðar sum eitt rættarsamfelag við almennari ákæru og revsing.

Seyðabrævið frá 1298 er ein sonevnd rættarbót við serligum reglum um vinnuviðurskifti í Føroyum. 

 

Reglur um hvalaveiðu í Landslógini

Báðar lógirnar eru innbundnar í Kongsbókina frá umleið 1300.

Hon var lógbókin hjá løgmansembætinum og liggur á Tjóðskjalasavninum. 

Nágreiniligar reglur um hvalaveiðu finnast í grein 62 í Búnaðarbólkinum í Landslógini.

Har verður millum annað ásett, at tá ið hvalur varð rikin á land, skuldi tann, sum átti jørðina, hava helvtina og teir, sum róku, hina helvtina. 

Um ein hvalur var skutlaður úti á havi, átti tann, sum drap hann, um hvalurin var styttri enn 18 alin. Um hann var longri, vóru aðrar reglur galdandi. 

 

Bóndur skuldu hava seks sjeyndingar

Yvirhøvur sæst, at í Norra kundi tú veiða, sum tú vildi, og tú átti tað, sum tú fanst ella veiddi á sjónum, um veiðan ikki rak upp ella varð rikin upp á jarðarogn hjá øðrum.

Men soleiðis var ikki í Føroyum.

Í Seyðabrævinum hava teir politisku høvdingarnir fingið kong at skoyta sær uppí tær algongdu reglurnar, at tá ið húskallarnir hjá einum bónda funnu ein deyðan hval úti á havinum og skóru sær farm upp í bátin, skuldu teir hava ein sjeynding og húsbóndi teirra seks sjeyndingar.

Hetta bendir á okkurt um, hvussu húskallar á teimum føroysku gørðunum vórðu løntir, men annars er bakgrundin kám.  

 

Størri sosialur ójavni enn í Norra

Men tá ið húskallarnir førdu hvalin til lands, skuldi farast fram eftir ásetingunum í Landslógini um, hvør átti hvat alt eftir umstøðunum.

Tá ið menn harafturímóti róku hval á land, og teir ikki høvdu ognarrætt til jørðina, har hvalurin varð rikin inn, skuldu teir hava ein fjórðing, og tey, sum áttu jørðina, tríggjar fjórðingar.  

Hetta var minni enn tað, sum varð ásett í Landslógini, og ásetingarnar í Seyðabrævinum, bæði um partin hjá húskallum og veiðimonnum annars, benda á, at í Føroyum var størri sosialur ójavni enn í Norra og fólk, sum ikki áttu jørð, meira ófræls viðvíkjandi vinnu. 

 

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Andras Mortensen er Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Ph.d.-ritgerðina skrivaði Andras Mortensen um føroyska bátin við heitinum "Hin føroyski báturin" í 2001. Hann er fyrrverandi stjóri í Søvnum landsins, har hann eisini hevur starvast sum landsantikvarur. Hann fór í sítt núverandi starv á Setrinum í 2017.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996